16.10.2021
Fudgebrownie ostakøka
ArbeiÐsháttur:
Set ovnin á 170 hitastig
Smelta sjokolátu og smør saman
Tak blandingina av hitanum og rør sukuri í
Lat hettar kólna
Blanda kakaopulvur, mjøl og pulvurkaffi saman
Koyr eggini í sjokolátu blandingina og rør til hettar er alt væl rørt saman og koyr vanilju í til seinast
Mjøl blandingin verður varligani blandað saman við sjokolátublandingini
Koyr 2/3 av blandingini í ein vælsmurdan køkuform
Ostamassi:
Rør neutral rómaostin saman til hann er vorðin glattur
Síðani koyrur tú sukur og mjøl saman við rómaostinum og rør hettar væl saman
Eftir hettar verða egg og vanilja latin í og píska væl saman
Soleiðis leggur tú køkuna saman:
Koyr ostakøku blandingina oman á fudge brownie deiggið og smyr tað runt
Eftir hettar skeiðar tú restina av fudge brownie tilfarinum runt á ostakøku deigginum
Síðani koyrur tú ein pinn í deiggið og blandar tað lættligani runt, júst sum við marmor køku deiggi
Bakast á 170 hitastigum í 55-60 min
Eftir 40 min: koyr silvurpappír runt um kantarnar fyri at sleppa undan brendar køkukantar.
Tilfar
Fudge brownie botnur:
- 230 g Kókisjokolátu
- 220 g Sukur
- 180 g Smør
- 170 g Putursukur
- 3 spsk Kakaopulvur
- 1 tsk salt
- 1 tsk pulvurkaffi
- 4 stk egg
- 2 tsk vanilju
- 170 g Mjøl
Ostakøka:
- 300g neutral rómaostur
- 110 g sukur
- 1 spsk mjøl
- 2 tsk vanilju
- 1 egg