Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Fromasja við hvíta

Einki slær eina góða gamla fromasju. Her hava vit gjørt okkara egnu útgávu við róma og hvítu frá Røsku, leim og kirsuberjasós.

ArbeiÐsháttur:

Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir

Blanda vaniljukornini og florsukrið, og rør tað saman við hvítuni

Kroyst vatnið úr límbløðunum, og smelta tey yvir vatnbaði ella fá sekund í mikroovni. Rør smeltaðu límbløðini saman við leimsaftini. Rør nú hetta væl saman við hvítu-blandinum

Píska róman til skúm, og blanda saman við hvítu-blandinum

Stoyt fromasjuna í 6 gløs, og lat standa kalt í 4-5 tímar

Borðreið við kirsuberjasós. Prýð við silvurflakum og blómum, sum eru etandi

Tilfar

  • 3 límbløð
  • 1 vaniljustong
  • 65 g av florsukri
  • 500 g av hvítu
  • 2 dl av róma
  • Saft úr hálvari leim