Føstulávints bollar
Share:
16.10.2021
Føstulávints bollar
Øll elska føstulávintsbollar, so gleð tínar gestir við at baka hesar heimagjørdu føstulávintsbollarnar við massar av róma frá Røsku. 9 føstulávintsbollar
ArbeiÐsháttur:
Koyr vatn og smør í eina grýtu
Lat tað kóka í 2min
Tak grýtuna av og koyr mjøl í og rør væl saman
Set grýtuna út á, við lágum hita
Salt sukur og bakipulvur verður síðani koyrt í og rørt væl saman
Rør síðani eitt egg í í senn
Koyr deiggið í ein sproytiposa og sproyta 9 stykkir út á eina plátu
Bakast í 30 – 40 min á 200 hitastigum
Lat ikki lúkuna á bakarovninum upp fyrrenn tað er liðugt bakað
Tilfar
- 2,5 dl Vatn
- 125 g Smør
- 125 g Mjøl
- 1 tsk Sukur
- 1/4 tsk Salt
- 1 tsk bakipulvur
- 4 stór eggKrem:
- 1 pk róma
- 1 pk køkukrem
SúltutoyGlasur:
- 150 g florsukur
- 2 spsk kakao
- 4-6 spsk kókað vatn