Føroyskt jogurt – ein søga um nýskapan og framleiðslu hjá MBM

Tá vit í dag fara inn í ein handil og taka ein pakka av jogurti úr køliskápinum, hugsa vit ikki um, at jogurtið hevur eina longri og forvitnisliga søgu.

Tá MBM fyrst í 1980-unum tók støðu til at fara undir jogurtframleiðslu, var tað eitt stig, sum skuldi víðka um tað føroyska vøruúrvalið og samstundis royna eitt nýtt øki, sum ikki hevði verið nógv ment í Føroyum tá.
Aftaná at Gamla meiaríið í Havn gavst at pakka jogurt í bikar, keypti MBM útgerðina og byrjaði at royna seg fram – við bæði ágrýtni og trúgv á, at føroyingar vóru til reiðar at taka ímóti eini øðrvísi vøru.

Framleiðslan byrjaði í 170 g og 400 g bikørum, men hesin pakningur gjørdi vøruna ov dýra fyri brúkaran. Tí varð leitað eftir eini bíligari loysn, og skjótt flutti MBM vøruni til tann pakningin sum vit kenna í dag, og førdi tað til vaksandi eftirspurning í Føroyum.
Sum fráleið menti MBM vøruúrvalið við fleiri smakkum, og føroyska jogurtið fekk við tíðini sín fasta sess í handlunum kring landið.

Tað, sum byrjaði sum ein roynd við einari maskinu frá Gamla meiarínum, gjørdist grundarlagið undir eini føroyskari jogurtmentan, sum heilt fram til dagin í dag er partur av gerandisdegnum
bæði hjá børnum og vaksnum.

Men hóast alt tað nýggja, so byrjar søgan heilt einfalt: Við nøkrum bikørum í 80’inum, og eini fyritøku, sum vildi gera mun – og menti eina føroyska jogurtmentan, ið vit framvegis njóta hvønn dag.