Føroysk mjólk – eitt val við meining

Í Føroyum hevur mjólk altíð havt ein týðandi leiklut í húsarhaldinum. Hon verður brúkt at drekka, í matgerð, bakstri og afturvið fleiri føroyskum rættum, sum vit kenna og dáma best, eitt nú røstum kjøti og riv.
Føroysk mjólk er ein ein sjálvsagdur partur – bæði í gerandisdegnum og til hátíðir.

Hjá MBM arbeiða vit dagliga við føroyskari mjólk. Ikki bara sum ein vøra, men sum ein ábyrgd. Ein ábyrgd mótvegis familjum, børnum, føroyskum bøndrum –
og ikki minst mótvegis teimum smáu løtunum í gerandisdegnum, har mjólkin er ein sjálvsagdur partur.

Føroysk mjólk hevur fylgt okkum í ættarlið. Hon er á morgunborðinum, í pannukøkudeigginum, í greytinum og í kaffisteðginum. Hon er ein partur av okkara vanum – og okkara tryggleika.
Tá vit arbeiða við føroyskari mjólk, vita vit, hvar hon kemur frá. Vit kenna bøndurnar, vita hvussu nógv arbeiði liggur handan hvønn einasta mjólkardropa.
Tað er ein nærleiki, ið tú kanst merkja, júst tað gevur mjólkini eitt innihald, sum er meira enn ein vøra – hon hevur eisini uppruna og søgu.

Í gomlum føroyskum siðvenjum var mjólkin eitt av grundarlag undir føðini. Tá neytini vóru hildin tætt við húsini, og arbeiðið í fjósinum fylgdi árstíðunum, var mjólk ein dagligur fylgjari.
Hon var brúkt beint frá kúnni, kókað, sýrnað ella gjørd til smør og annan mjólkarúrdrátt – alt eftir tørvi og tíð.
Mjólkin var ikki bara føði, men eisini ein tryggleiki, serliga í tíðum, har onnur rávøra var avmarkað.
Henda siðvenjan – at gagnnýta tað, vit hava, og ansa væl eftir rávøruni – livir víðari í dag og er framvegis ein partur av okkara føroyska samleika.

Føroysk mjólk skal ikki ferðast langt. Hon fer frá fjósi til framleiðslu og víðari til húski eftir stuttari tíð. Tað merkir fyri kundan: frískleika, góðsku og lægri umhvørvisdálking.
Tað merkir, at tú kanst velja við hjartanum – og við skilið.