Bólkar

Døgverði

Share:

23.09.2022

Fiskafat við lættsaltaðum fiski

Ein væl umtóktur rættur plagar oftani at vera fiskafat, tí hava vit í samstarv við Kvinnu eina uppskrift til tykkum. Uppskriftin er løtt og tað mesta av uppskriftini eiga tey flestu longu inni. *Hendan uppskriftin hevur áður verið í Kvinnu og nú hava vit lagt hana út á okkara heimasíðu.

ArbeiÐsháttur:

Hita ovnin á 200 stig.
Smyr eitt eldfast fat við einum sindri av olju
og legg fiskin í.
Hakka reyðleykin og hvítleykin og sker
tomatirnar í helvt.
Steik leyk og hvítleyk á einari pannu, tað skal
ikki fáa lit.
Stoyt síðani tomatirnar í, og steik víðari í 2-3
min, ella til tomatirnar falla eitt sindur saman.
Rør síðani sinop, róma, bótarmolan og saftina
av 1/2 sitrón í – lat tað kóka upp. Smakka til
við salti og pipari
Vaska og turka spinati og vend tað í sósina til
allarsíðst, stoyt sósina út yvir fiskin.
Set fatið við fiskarættinum í ovnin og baka í
umleið 15-20 min.
Borðreið við nýkókaðari pastu.

Tilfar

Til 4 fólk

600 g av lættsaltaðum toski
1 stóran reyðleyk
1 fet av hvítleyki
300 g av smáum tomatum
1 tsk av sinopi
0,5 dl av vatni
250 ml av róma
1 fiskabótarmola
1 sitrón
100 g av frískari spinat
500 g av pastu