Bólkar

Baking

Share:

11.01.2022

Djúskøka

Dámar tær væl køkur? So er at bakað okkara heldur øðrvísi djúskøku. Smakkurin av appilsin og sitrón ger køkuna frískliga og vælsmakkandi.

ArbeiÐsháttur:

– Píska bleyta smørið væl
– stoyt eggini í og píska alt væl saman.
– Lat vaniljupaste, appilsinskalið og sitrónskalið í og rør væl saman.
– Blanda alt tað turra tilfarið saman.

  • Mjøl
  • Salt
  • Bakipulvur
  • Sukur

Koyr tað turra tilfarið í saman við restini og stoyt djúsið í.

Rør hetta væl saman.

 

180 hitastig 30min

Koyr deiggið í ein rundform.

Tilfar

200 gr Bleytt Smør

4 Egg

3 tsk Vaniljupaste

360 gr Mjøl

3 tsk bakipulvur

1 tsk salt

2 dl Appilsin Djús

300 gr Sukur

1 Rivið Appilsinskal

1 Rivið Sitrónskal

 

Hugskot:
Vilt tú gera køka eitt vet festligari, ber til stoyta 3-4 súpiskeiðir av skreytsukri (Sprinkles) í deiggið og røra tað væl runt.