D + vitamin er nummar eitt

Tey flestu minnast Hálvskúmaðu mjólkina, ið flest øll áttu í køliskápinum ella á døgurðaborðinum. Tað var hon, sum vit kenna sum Millumjólk í dag.
Lættimjólk var eisini sera væl umtókt áðrenn vit fingu mjók við eyka vitaminum. Men munurin millum Millummjólk og ta gomlu Lættimjólkina var ikki so stórur, sum hann er í dag.

Tað hevur verið ein áhugaverd tíð síðani, at D+ vitamin kom á marknaðin í januar 2018.
Mjólkin bleiv frá fyrsta sølu væl móttikin í føroyskum húskjum. Men tað er altíð ein váði at fara undir nýggjar vørur. Serliga tá søgan í Danmark og Norra ikki var at spegla sær í. Í Danmark og Norra gekk ikki at selja mjólk við d-vitamin ískoyti. Vøran bleiv tikin av aftur marknaðinum.

Men soleiðis varð ikki í Føroyum. D+vitamin mjólk er komin fyri at vera, og nú verður ein gulur mjólkapakki framleiddur. Lættimjólkin uttan D+vitamin í, er tikin av marknaðinum, tí grundarlag ikki var fyri at framleiða hana meira.

Kann eg drekka lættimjólk við +D vitamin

Pál Weihe, serlækni, hevur kannað føroyingar í nógv ár eftirhondini, og tað vísir seg at millum 50-66 % av føroyingum hava ov lágt D-vitamin virði í blóðinum. Talan er bæði um vaksin og børn. Tá vit máta virðið í blóðinum tosa vit um nanomol. Tá vit tosa um tað D-vitamin ískoyti brúka vit µg, sum mát fyri nøgdini. Tilmælini viðvíkjandi D-vitamin eru, at vaksin og børn ið eru eldri enn 11 ár skulu hava eitt dagligt nanomol virði á 50. Tíverri vísa kanningarnar at 25 % av føroyingum hava eitt virði, sum einans er 25. Niðanfyri standa tilmælini sum danska heilsumálaráðið hevur gjørt. Hetta eru eisini tilmælini sum vit brúka í Føroyum.

• 10 µg (400 IE)
– Børn 2 vikur – 2 ár fáa hetta við D-vitamin dropum.
– Kvinnur ið eru við barn
– Børn og vaksin, ið hava myrka húð.
– Børn og vaksin sum fjala húðina við klæðum um summarið
– Fólk sum ikki eru úti dagliga ella sum sleppa sær undan sólarljósi
• 20 10 µg (800 IE) saman við 800-1000 mg kalsium
– Fólk eldri enn 70 ár
– Fólk ið búgva á ellisheimum
– Tey ið eru í øktum vanda fyri beinbroyskni (osteoporosa)

Børn ið eru eldri enn 2 ár og vaksin annars skulu í grundini syrgja fyri at fáa nóg mikið. Einki beinleiðis tilmæli er til hendan bólkin, men miða vit í móti at fáa millum 10-20 µg dagliga, so eru vit eftir øllum at døma ikki í vanda fyri at fáa ov lítið.

Hvussu tryggja vit okkum ríkiligt av d-vitamin virði?

Fyrst og fremst fáa vit D-vitamin frá sólini, tá hon skínur á húðina hjá okkum. Vit í norðurlondum eru í eini serstøðu, tí sólin stendur so lágt um veturin, og tískil gevur sólin okkum ikki nóg mikið av UVB strálum. Tað er týdningarmikið at vit eru úti í sólarljósi um summarið, men tær UVB strálurnar vit fáa í Føroyum nøkta ikki tørvum hjá okkum ígjøgnum veturin.

Tú kann eta teg til røttu mongd av d-vitamin

Vit fáa eisini D-vitamin úr feitum fiski (makreli, sild, laksi osv), men tað vísir seg at føroyingar í nógv størri mun eta soltnan fisk. Smør, margarin, egg og mjólk eru eisini ein góð kelda, so tí er tað eisini skilagott at drekka D-vitamin lættimjólk frá Rasku.

Hvussu nógva lættimjólk við d-vitamin ískoyti kann eg drekka?

Um tú drekkur 2 dl av lættimjólk við D-vitamin ískoyti, so fært tú 20 % av tí sum er tilmælt at tú í minsta lagi skal hava dagliga. Í einum mjólkapakka eru 10 µg. Tískil er nærum eingin vandi fyri at tú fært ov nógv D-vitamin virði frá mjólkini. Hinvegin so er hon ein tryggleiki fyri at tú fær eina D-vitamin mongd hvønn dag. Kann eg drekka lættimjólk við d-vitamin ískoyti og taka tilskot?

Einfalda svarið er ja, øll kunnu drekka lættimjólkina hjá MBM við D vitamin ískoyti. Tilmælið sigur, at dagliga mongdin fyri vaksin ikki skal verða omanfyri 91,4 µg. Í hvørjum mjólkapakka eru 10 µg, og á baksíðuni á tablett íløtum sæst hvussu stór mongd er í hvørjari