Bólkar

Omaná

Share:

16.10.2021

Churros við ísi frá Røsku

Í Spania og Meiksiko eta tey churros til morgunmat. Eitt lekkurt søtt deiggj, sum tú djúpsteikir og - sum vit kenna tað best her heima - kann borðreiða við ísi frá Røsku.

ArbeiÐsháttur:

Hita vatn, sukur, vaniljusukur, salt og smør í einari grýtu, til tað kókar, og sukrið er upployst

Tak grýtuna av plátuni og stoyt mjøl í beinanvegin, meðan tú rørir við nógvari megi í grýtuni – rør, til deiggið er javnt, og eingin klumpur er í. Tú kanst brúka ein pískara. Rør síðan eggini í – eitt í senn – til deiggið er samlað

Hita palmin í einari grýtu

Fyll deiggið í ein sproytuposa við stjørnu-strúti. Sproyta so churros beinleiðis í grýtuna – klipp, so hvørt tú heldur longdina vera hóskandi. Lat churros-stengurnar kóka, til tær hava gyltan lit – minst til at venda teimum

Legg lidnu churros-stengurnar á køkspappír, sum sýgur feittið, og síðan í eina skál. Stroy kanelsukur á og borðreið við ísi, sum er gjørdur úr ísblandi frá Røsku

Tilfar

  • 4 dl av vatni
  • 40 g av sukri
  • ½ tsk av salti
  • 1 tsk av vaniljusukri
  • 75 g av smøri
  • 250 g av hveitimjøli
  • 2 egg
  • 1 pk av palmini at kóka í
  • 1 pk av ísblandi frá Røsku at hava afturvið
  • Kanelsukur at stroya omaná