Bólkar

Baking

Share:

04.10.2024

Center køka

Centerkøka er eitt glutenfrítt alternativ til kendu og vælumtóktu Marskøkuna. Mong vita ikki av, at bygmaltekstrakt er ikki glutenfrítt og tað verður brúkt í Mars sjokolátubarrum. Men nú hava tit møguleikan fyri at gera eina køku, ið smakkar næstan líka og er glutenfrí!

ArbeiÐsháttur:

Marengsbotnar:
Píska eggjahvítar stívar, síðani koyrur tú putursukur í, eitt sindur í senn og píska væl ímillum.

Riggar best at bakast um kvøldið:
110 hitastig við luft.
Uml. 90 min (Bakitíðin broytist eitt sindur, alt eftir hvussu tjúkkar tú ger botnarnar)
Sløkk ovnin og lat botnarnar standa í ovninum.

Krem:
Smelta smør og Center í einari grýtu við miðal-lágum hita

Í meðan pískar tú eggjareyðarnar væl og koyrur florsukri í og rørur tað væl saman við eggjareyðunum.
Til seinast pískar tú alt væl saman.

Fylla:
Píska róman væl, brúka 2-3 pakkar, alt eftir hvussu nógvan róma tú vilt hava í.
Sker súreplini smát.

Legg ímillum botnarnar.

Enda við at koyra kremið omaná Centerkøkuna.

Tilfar

Marengsbotnar:
6 eggjahvítar

400 g putursukur

 

Fylla:
2-3 pakkar av haldførum róma 250ml
1 súrepli skotið smátt

 

Glutenfrítt krem:
2 Center sjokolátu rullu (78g pr rullu)

45 g Smør

2 dl Florsukur

4 eggjareyðar