Bólkar

Baking

Share:

15.05.2026

Bláberjakøka

Hendan bláberjakøkan er mjúk, saftig og full av góðum smakki frá søtu bláberunum. Júst til at bjóða aftur við drekkamunninum, til gestir ella bara tá tú hevur hug til okkurt gott. Einføld at gera og altíð væl móttikin

ArbeiÐsháttur:

Hita ovnin til 170 hitastig.
Legg bakipappír í bakiformin.

Píska smør og sukur væl saman, til tað er lætt og ljóst.

Lat eitt egg í ísenn, og píska væl ímillum. Rør vaniljupaste í.
Blanda tað turra tilfarið: mjøl, bakipulvur, natron og salt.
Blanda tað váta: Blak, súrróma og olju.
Rør alt saman –  Koyr deiggið í skuffuna og javna tað væl.
Koyr bláber omaná og rør tey varliga í deiggið

Ger crumble: Rør mjøl, maisstivilsi, sukur og putursukur saman.
Elt alt saman við bleyta smørinum og koyr tað omaná deiggið

Bakast í ovinum í 35-40 min á 170 hitastigum (Yvir/Undir)

Kann eftir við einum stokki – kemur hann út reinur, er køkan liðug. Lat køkuna kólna eitt sindur, áðrenn hon verður skorin í bitar.

Tilfar