Bólkar

Baking

Share:

16.10.2021

Bingokúlu rice krispies køka

Hendan serstaka bingokúlakakan við rice krispies botni riggar væl til føðingardagar og bindiklubbar. Hon er skjót at gera og skal ikki bakast.

ArbeiÐsháttur:

Byrja við at gera botnin, koyr smør, kóki sjokulátu, bingo kúlur og syrup í eina grýtu, og smelta alt saman við miðal hita. Síðani kemur rice krispies í, og rør alt væl saman, soleiðis at alt er dekka væl við sjokulátuni

Koyr síðani rice krispies blandingina í ein form, og stilla formin inn í køliskápið í umleið 60 min

Byrja síðani at gera lakres sósina, við at koyra bingokúlurnar og róman í eina grýtu, og smelta alt væl saman við lágum hita

Stoyt lakres sósina útyvir botnin og píska róman, og pynta til seinast við berum eftir egnum ynski

Tilfar

Botnur:

  • 100 gr. smør
  • 100 gr. kókisjokuláta
  • 3 spk. siropp
  • 150 gr. bingo kúlur
  • 200 gr. rice krispies

Lakresssós:

  • 150 gr. bingo kúlur
  • 2-3 spk. rómaOmaná kakuna:
  • 250 ml. róma
  • Pynta við berum eftir egnum ynski