
22.04.2025
Banan skuffukøka
ArbeiÐsháttur:
Píska egg og sukur saman.
Blanda mjøl, vaniljusukur og bakipulvur saman og rør tað í deiggið.
Smeltað smør og stoyt í deiggið. Rør væl í deiggið.
Mosa væl bananirnar og rør tær í deiggið.
Legg eitt bakipappír á eina bráðpannu og fyll síðan deiggið í.Stroy sjokolátuknappar omaná.
Baka køkuna í umleið 20-25 minuttir í 180 stigum.
Dumle krem:
Koyr í grýtuna og rør runt á lágum hita.
Lat kremið kólna og síðani píska tað upp, tá tað er kalt.
Vilt tú hava kremið stívari, ber til at koyra 1.pk av 250ml róma í, ístaðinfyri 2.pk
Tilfar
Banankøka:
4 Búnaðar Bananir
6 Egg
5 dl Sukur
6 dl Mjøl
1 spsk Vaniljusukur
2 tsk Bakipulvur
150 g Smør
180 g Sjokolátuknappar
Dumle krem:
1-2 pk av 250ml Róma
1 pk av Dumle karamellum
Hóskar væl at borðreiða við eitt nú: Jarðberjum ella bláberjum.