Lemon Posset

Share:
10.11.2025
Lemon Posset
Ein dessert, sum er kremut, frísklig, súrlig og ótrúliga lekkur – og so løtt at gera, at tú næstan ikki trýr tí!
Onki hóvasták og hon klárar alíkavæl at bergtaka gestirnar
Til ber at gera hana við laktosufríum- ella vanligum róma
ArbeiÐsháttur:
Kóka róma og sukur upp, og lat smákókað í uml. 3-4 min.
Tak av hitanum, rør vaniljuna í og lat so sitrónsaft + sitrónskalið í aftrat og lat tað kólnað.
Stoyt í gløs/sitrónir og set á køl í minsta lagið 3 tímar.
Pynta við sitrónskivu, blómum ella frískari myntu
Tilfar
– 250 ml laktosufrían róma
– 1,2 dl sitrónsevju og
– 1 stk vistfrøðiligt sitrón skal
– 200 g sukur
– 1 tsk vaniljusukur