25 ára starvsdagur

Fyri 25 árum síðani, 01.09.97, byrjaði Karl á Høvdanum Andreasen sína yrkisleið hjá MBM.

Karl er ikki bangin fyri at taka ábyrgd á seg og við hegni, skynsemi og arbeiðssemi stýrir hann fyritøkuni.
Hann er altíð fyrsti maður á kontórinum, uttan mun til veður og vind. Hann er álítandi, skemtingarsamur, fyrikomandi og altíð góður at heita á, um eitthvørt er.
Karl er vorðin eitt natúrligt miðpunkt í fyritøkuni og er altíð klárur at hjálpa starvsfólkum við ráðgeving og vegleiðing.

Vit á MBM- og okkara starvsfólk – eru sera glað og takksom fyri at hava Karl í  fyritøkuni og vilja takka honum fyri góða samstarvið.

Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum.