07.10.2022
Blondie við hindberjakremi
ArbeiÐsháttur:
Blondie:
Set bakarovnin á 175 hitastig.
Smelta smør og hvíta sjokulátu spakuliga í grýtu, hitin má ikki vera ov høgur.
Píska egg og sukur heilt stutt í einum bolla. Tað skal ikki pískast luft í, men bara akkurát koma saman. Vend spakuliga sitrónskal og mjøl í eggjablandingina.
Blanda síðan sjokulátublandingina varliga saman við eggjablandingini.
Legg bakipappír í ein springform á 24 cm. Set inn í heitan bakarovn og baka mitt í ovninum í umleið 45-50minuttir. Set botnin á eina bakirist at kølna.
Hugskot:
Best at baka botnin dagin fyri.
Verður botnurin bakaður sama dag, set so køkuna kalt í minsta lagi 6tímar.
Berjakrem:
Píska róma, súrróma, rómaost, vaniljusukur og florsukur í einum bolla, til kremið er eitt sindur stívt.
Vend síðani tiðnaðu hindberjunum í kremið og legg tað á botnin.
Sjokulátakrem:
Hita róma til hann næstan kókar og stoyt hann út yvir mjólkasjokulátuna og rør, til sjokulátakremið er komið saman. Tá sjokulátakremið er kólnað, verður tað koyrt út yvir køkuna.
Pynt:
Pynta við frískum hindberjum
Tilfar
Blondie:
180g av smøri
350g av hvítari sjokulátu (Callebaut)
180g av sukri
5 egg
120g av mjøli
Skal av 2 vistfrøðiligum sitrónum.
Berjakrem:
250ml av róma
1pk súrróma 38%
1/2pk av rómaosti
2tsk av vaniljusukri
60g av florsukri
150g av frystum hindberjum
Sjokulátakrem:
50g av róma
50g av mjólkasjokulátu.
Pynt:
Frísk hindber